Mangla innsavnarar í Klaksvík, Vestmanna og í Kaldbak

Reyði Krossur hevur fingið mannað innsavnaralið á øllum øðrum støðum. Í morgin verður tann stóra innsavningin hjá Reyða Krossi. Formaðurin í Reyða Krossi, Súni Vinther sigur við Portalin, at tað hevur gingið sera væl hjá Reyða Krossi at fáa innsavnarar, tó manglar eitt sindur í enn. Í Klaksvík mangla 10 fólk til innsavningina hjá Reyða Krossi. Klaksvíkingar, ið vilja rætta eina hjálpandi hond við innsavningini kunnu ringja til 283630, og melda seg til. Eisini ber til at senda ein teldupost til redcross@redcross.fo. Tey kunnu eisini møta í Virkishúsinum í morgin kl. 11. Reyði Krossur manglar eisini fólk í Vestmanna og í Kaldbak. Í Havn er talið um at verða har, men tað bilar ikki, um enn fleiri møta í Kommunuskúlanum í morgin kl. 11. Jú fleiri, jú betri.