Mangla fólk at renna á ólavsøku

Ein fastur táttur á ólavsøkuni hesi seinastu árini, hevur verið ólavsøkurenningin, men enn mangla tey fólk at renna.

Ólavsøkurenningin verður leygarkvøldið klokkan 18 og aftur í er rutan tann sama sum hon plagar at vera, nevniliga runt í hugnaliga umhvørvinum á Skálatrøð og har um leiðir.

 

- Men føroyingum so líkt, er ikki gongd komin á tilmeldingarnar enn, siga tey í Bragdinum, sum skipa fyri.

 

Tey siga, at ólavsøkurenningin er tann kappingin, sum plagar at draga útisetar til sín.

 

- Eisini eru nógvir motionistar at síggja, tí fimm kilometrar er teinurin, flestu rennarar hava sett sær fyri at klára.

 

- Tí vóna vit, at hópurin, verður ein góð blanding av eliturennarum, motionistum og kanska onkrari oyggjaleikastjørnu, siga tey í Bragdinum.

 

- Eisini nógv børn plaga at renna við.

 

- Ongantíð áður síggjast so nógv fólk rennandi, sum nú, og tí vóna vit at undirtøkan verður góð, siga tey í Bragdinum.