Mangla fýra læknar í Suðuroy

Skal heilsuverkinum í Suðuroy verða lív lagað, verður neyðugt at tað almenna játtar pening til at seta narkosulækna og yngri læknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tað sigur Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

- Tað sum brúk er fyri, er, at heilsuverkið í Suðuroy fær 4,5 - 5 til fimm milliónir afturat til ein narkosulækna og til yngri læknar.

Talan er um trý nýggj størv til yngri læknar.


Framrættað loysn

Eitt argument ímóti hesum hevur verið, at tað hevði verið ov lítið hjá yngru læknunum at gjørt og at teir tí ikki høvdu viljað arbeitt í Suðuroy.

Men hetta er ikki beint, sigur Hans Petur Nielsen.

- Vit høvdu snikkað eina framrættaða loysn saman, sum bæði hevði givið yngri læknunum nóg mikið av arbeiði og sum samstundis hevði bøtt munandi um arbeiðsumstøðurnar hjá kommunulæknunum og yvirlæknunum.

Tað hevði hjálpt munandi um støðuna, tí eftir vanliga arbeiðstíð kundu yngri læknarnir átikið sær nógv arbeiði við kommunulæknunum og yvirlæknunum á Sjúkrahúsinum sum bakvakt og tað hevði lætt nógv um arbeiðsbyrðuna.

- Høvdu vit fingið játtanina til narkosulækna og yngri læknar, hevði tað stabiliserað støðuna.

Ístaðin fyri at seta pening av til hesa játtanina, vil heilsumálaráðið hava Suðuroy upp í vaktarskipanina, sum er galdandi fyri restina av landinum og har ein lækni situr á landssjúkrahúsinum og tekur telefonina um kvøldið og um vikuskifið.

- Hetta hjálpir so lítið, tí tað vera kortini kommunulæknarnir, sum skulu koyra heim til sjúklingin ella á sjúkrahúsið, hvørja ferð, tað er neyðugt, ístaðin fyri at tað var ein hjálparlækni, sum tók sær av honum við kommunulæknanum og serlækna sum bakvakt.

Les eisini greinina: Læknar rýma úr Suðuroy og greinina: Suðuroyar sjúkrahús hongur í klønum tráði