Mangla enn at eyðmerkja fýra av teimum deyðu

Tað gongur ikki heilt eftir vild hjá donsku løgregluni at identifisera øll tey deyðu í syndarligu tokvanlukkuni, sum hendi á Stórabeltsbrúnni gjáramorgun. Fýra av fólkunum eru eyðmerk, men enn mangla hini fýra. Løgreglan metir, at talan einans er um danskar ríkisborgarar.

 

Í gjár upplýsti løgreglan á Fjóni, at vanlukkan kravdi seks mannalív, men í kanningararbeiðnum í nátt er mann komin fram á tvey lík aftrat. Sostatt eru átta offur í tí, sum er ringasta tokvanlukkan í Danmark í 30 ár - tríggir menn og fimm kvinnur. Aftrat hesum endaðu 16 fólk á sjúkhúsinum.

 

Vanlukkan hendi tíðliga í gjár, tá eitt snartok kom koyrandi ávegis Sælandi og rendi í ein Carlsberg-vogn, sum datt av einum góðstoki, sum koyrdi mótsættan veg, sum so fekk snartokið at høgga bremsurnar í.

 

Kanningarstovnurin Havarikommissiónin og danska løgreglan gera framhaldandi kanningararbeiði, og sambært Ritzau kann tað taka langa tíð, áðrenn mann kemur til eina niðurstøðu um, hvat elvdi til óhappið.