Selatraðarvegurin kostar 30 milliónir krónur at dagføra, men hevur bara fingið 3,5 milliónir krónur í játtan næstu tvey árini.
Fleiri tingfólk hava seinastu tíðina havt á lofti, at Selatraðarvegurin átti at verið dagførdur, og herfyri setti Edmund Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Henriki Old ein fyrispurning um málið.
Tað er serliga í samband við undirsjóvartunnilin, at róð hevur verið framundir at nýta part av grótinum úr tunlinum til at breiðka Selatraðarvegin.
Í svarinum hjá Henriki Old sæst, at hetta kann spara landinum fyri eini seks milliónir krónur, men um hetta skal gerast, so má tað gerast beinanvegin.
- Sparingin munar bara, um vegagerðin verður gjørd samstundis, sum Eysturoyartunnilin verður boraður, tað vil siga í 2018 og 2019. Grótið skal koyrast beinleiðis frá tunlinum til Selatraðarvegin, har tað skal brúkast. Um grótið skal umskipast ella skal á goymslu, áðrenn tað verður brúkt, verður at kalla eingin sparing, sigur Henrik Old í svarinum.
Trupulleikin er tó tann, at tað framvegis fer at kosta eini 30 milliónir krónur, meðan tað einans eru játtaðar 3,5 milliónir næstu tvey árini til arbeiðið.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann vónar, at tað fer at bera til at hækka játtanina til Selatraðarvegin, so at vegurin kann breiðkast, men annars tveir møguleikar fyri, hvussu játtanin fyri 2018 og 2019 skal brúkast.
- Landsverk vísir á, at ein møguleiki er at asfaltera strekkini, ið vóru breiðkað í 2005 og 2006, samanlagt umleið 600 m, og at gera bilverjuna lidna, har sum pelar eru settir upp, og annað. Ein annar møguleiki er at breiðka ein part av vegastrekkinum millum Strendur og Morkranes í ár. Breiðkingin kann halda fram næsta ár og so verða gjørd liðug við asfaltering og øðrum. Samanlagt verða tá einir 7-800 metrar breiðkaðir hesi bæði árini. Aðrar loysnir kunnu koma uppá tal, svarar Henrik Old Edmundi Joensen.