Sum støðan er í dag, mangla tað 20 serlæknar á Landssjúkrahúsinum. Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, hvussu Landssjúkrahúsið er fyri við serlæknum og Sirið Stenberg sigur, at í løtuni eru tað 20 læknastørv, sum tað ikki hevur eydnast at manna við lækna í føstum starvi. Her er talan um størv, sum fíggjarlig játtan er til, men sum verða mannað við fremmandum læknum, sum koma higar t arbeiða við jøvnum millumbilum.
Ringast stendur til á røntgendeildini, tí har mangla heili fimm røntgenlæknar, men annars mangla tveir narkosulæknar, tveir serlæknar í sjúkum í nervalagnum, umframt serlæknar í fleiri øðrum sergreinum.
Sirið Stenberg sigur, at roynt verður alla tíðina at fáa serlæknar í fast starv, eitt nú verða tey javnan lýst leys, bæði í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi og Íslandi.
– Á hvørjum ári heldur sjúkrahúsverkið kunningarfundir fyri føroyskum læknalesandi og roynt verður eisini at knýta teir ungu læknarnar, at føroyska sjúkrahúsverkinum fyri at eggja teimum at koma aftur til Føroyar at arbeiða tá ið teir eru liðugir at útbúgva seg til serlækna.
Eitt tiltak í hesum sambandi er at geva føroyingum framíhjárætt at taka grundútbúgvingina á Landssjúkrahúsinum. Eisini hevur Landssjúkrahúsið pláss til útbúgvingarstørv til føroyingar, sum hava lisið til lækna í Póllandi.
Roynt verður eisini at fáa teir til Føroya at arbeiða við millumbilum sum eitt lið í útbúgvingini og avtalur eru eisini við Ríkissjúkrahúsið um at nýútbúnir føroyskir serlæknar arbeiða parttíð á Landssjúkrahúsinum í nøkur ár, inntil teir eru til reiðar at taka við starvi sum yvirlækni í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Sirið Stenberg staðfestir somuleiðis, at ein uppgáva hjá nýsetta stjóranum fyri tey trý sjúkrahúsini, verður nettupp at stovna eina felags starvsfólkadeild við tí endamáli at útvega, førleikamenna læknar, og annað heilsustarvsfólk til tey trý sjúkrahúsini og at fáa tey at verða verandi.
Ein spurningur, sum er nagreiniliga viðgjørdur, er, hvørjar viðgerðir, tað ikki er ráðiligt at geva í Føroyum. Her er talan um skurðviðgerðir í heilanum, skurðviðgerðir í hjartanum og æðrunum til og frá hjartanum.
Tað verður heldur ikki verður mett, at føroysku sjúkrahúsini eiga at gera skurðviðgerðir fyri ymsar illkynjaðar sjúkur, men krabbamein í langanum ber kortini til at viðgera í Føroyum. Aftrat hesum eru eisini ávísar skurðviðgerðir í rygginum, ið neyvan eiga at verða gjørdar í Føroyum, sigur Sirið Stenberg.










