- Vit eiga at fáa gjørt eina nýggja kostnaðarmeting, tí sum er, vita vit slett ikki, hvat Eysturoyar- og Sandoyartunnilin fara at kosta.
Tað segði Heðin Mortensen, javnaðartingmaður, undir orðaskiftinum í løgtinginum í gjár, nú hann hevði sett landsstýrismanninum, Henrik Old, ein fyrispurning um Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.
Heðin Mortensen segði tað eisini vera umráðandi at síggja fullu myndina og taka tilbúgving og vegaførignar til tunnlarnar við í hesa mynd, og at ein nýggj kostnaðarmeting má gerast sum skjótast, tí tað er neyðugt við einari so stórari íløgu, at vit vita hvat hon kostar.
Árni Gregersen, politiskur eygleiðari og journalistur á ting.fo, sigur orðaskiftið í gjár vísa, at fleiri ósvaraðir spurningar eru, og at hóast tunnilssemjan er intakt, vilja tingfólk fegin hava fleiri upplýsingar í málinum. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Árna Gregersen á Rás 2.