Siglingin, sum nú er við Smyrli, kann als ikki samanberast við tað, sum var fyrr. Fyrr var tað ofta eitt øgiligt knoss, men nú er tað ikki at samanlíka.
Tá ið Kári Thomasen á Tvøroyri tosar um siglingina við Smyrli, veit, hvat hann tosar um, tí hann hevur siglt við ikki færri enn trimum Smyrlum og er sostatt so royndir í strandferðslusigling sum fáur.
Fyrsti Smyrilin, hann kom umborð, var tann gamli guvurikni Smyrilin, sum fór í søguna í sekstiárunum, tá ið tann Smyrilin kom, ið varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju.
Men tað heilt stóra frambrotið kom í 1975, tá ið Smyril, sum nú fer í søguna, varð keyptur.
Hann var fyrst messudrongur umborð, men síðani varð hann kokkur og tað var hann til hann legðist á land fyri nøkrum árum síðani.
Eg havi ongantíð lært til kokk. Tað eg dugdi, lærdi eg frá kokkunum, sum vóru undan mær og væl bar til, heldur hann.
Eitt knoss
Siglingin við tí guvurikna Smyrli varð mangan eitt satt knoss. Siglingin varð skipað soleiðis, at siglt varð bygd úr bygd allan vegin við fólki og farmi, so mangan tók ferðin ímillum Havnina og Suðuroy tað mesta av einum samdøgurið.
Tá kundi av sonnum sigast, at Smyril bant landið saman. Og hann átti uttan iva eisini høvuðsheiðurin av, at fólk yvirhøvur búleikaðist á bygd. Hann var lívlínan ímillum tey ymsu bygdirnar og ímillum bygdirnar og tey tey stóru plássini.
Vit førdu rættiliga nógvan farm ímillum bygdirnar. Og tað var fjølbroyttur farmur, tí har var alt frá timbri umvegis maskinur av umsum slagi, til livandi kýr.
Hann sigur, at allur farmurin varð handaður umborð, so tað var ofta tungt, so tað var ógvuliga nógv lossing og lasting. Mangan var seint, tá ið tað varð liðugt at lossa og so at spula dekk, so svøvnur var ikki altíð so nógvur
Tá sigldi Smyril bara annanhvønn dag: Norður ein dag og suður dagin eftir. Men hvønn mikudag sigldu vit inn í Eysturoynna, bygd av bygd, líka norður til Gjáar og tað kom eisini fyri, at vit sigldu til Vágar.
Eitt skifti í fimtiárunum mátti Smyril leggjast, tí onki kol var at fáa.
Vit brúktu enskt kol og tað fekst onki kol, so hann varð lagdur.
Og táið tosið kemur inn á flyta dýr, kemur Kári at hugsa um eina stuttliga hending.
Vit skuldu flyta eina kúgv til Skálavíkar. Tað bar ikki at leggja at, so kúgvin skuldi lossast umborð á ein lítlan bát uttanfyri lendingina.
Hetta var við Ternuni. Kúgvin varð løgd í seðlar og hiva fyri borð. Men tíverri, beint sum hon hekk uppi yvir tí lítla bátinum, leyp rættiliga ilt á hana. Neyðars avgreiðslumaður í bátinum bleiv at kroppi í mykju. Tað varð eitt øgiligt lív, men hann tók tað pent- fekk sær upp í lógvan av sjógvi og skolaði tað ringasta burturúr eygunum og so var ikki meiri um tað.
Varð heilt skjótt ov lítil
Annars heldur Kári, at tað var eitt mistak at byggja tann Smyrilin, sum varð bygdur í Havn í sekstiárunum tí longu tá skuldu vit havt fingið eina bilaferju.
Tann Smyrilin flutti eisini nógvan farm, men hann kundi eisini taka nakrar fáar bilar. Var talan um smáar bilar, fingu vit fimm bilar í lastina og fimm kundi so standa á dekkinum.Tað varð ikki altíð so heppið fyri bilarnar, tí ofta vóru teir undir í sjóroki, men tað var onki annað.
Bilarnir vórðu lossaðir umborð, men tað galt um at vera í góðari tíð. Skuldi ein hava bil ímillum Suðuoynna og Havnina á páskum, mátti biðjast um pláss longu á jólum.
Tá ið bilaferjan kom í 1975, vóru tað mong, sum hildu, at tað var ørskapur, tí hann skuldi vera alt ov stórur.
Men eg veit ikki. Longu tað fyrstu jóansøkuna, sum var í Vági, var ov lítil, tí tað vóru yvir 1000 fólk við suður til Vágs á Jóansøku og biladekkið var pinnpakkað. Yvirhøvur fóru fólk at ferðast nógv meiri enn fyrr, nú møguleikarnir at ferðast batnaðu so munandi.
Smyril, sum varð bygdur í Havn, var eitt sera gott sjóskip og tað var so sterkt smíðað sum eg veit ikki hvat.
Smyril, sum nú fer í søguna, hevur eisini verið eitt sera gott sjóskip, hóast mong vóru sannførd um, at hann fór at koppa, tí hann var flatbotnaður og tað vóru vit ikki von við.
Hann kom til Føroya mitt í útróðrarverkfallinum í 1975, tá ið onkrar havnir vóru avbyrgdar. Tá ið hann skuldi leggja at á Tvøroyri, legði ein bátur seg ímillum bryggjuna og skipið. Men skiparin gav greið boð um, at nú legði hann at og tá ið maðurin á lítla bátinum sá dýrið nærkast, mátti hann bara taka til rýmingar.
Hesin Smyril fór eisini at sigla ímillum lond, bæði til Noregs og Íslands, men eisini til Skotlands og Danmarkar. Somuleiðis varð Teistin keyptur, so at annað skipið sigldi innanlands og hitt uttanlands.
Tað var eitt hart lív, tí frítíðin var lítil og svøvnurin lítil. Um summarið var altíð heilt nógv fólk við, men um veturin var fittligari, tí tá var ikki so nógv fólk við.
Men hendan uttanlandssiglingin var eitt tiltak, sum ferðafólk vóru ómetaliga glað fyri, tí hetta gav føroyingum heilt aðrar møguleikar at ferðast enn vit vóru von við. Tað kundi vera ódnarveður, men kortini takkaðu ferðafólk so mirðiliga fyri túrin.
Tað var mangan ringt veður og hann kundi rulla ótrúliga illa.
Tað einasta góða við tí, at veðrið var vánaligt, var, at tá hevði kokkurin lítið at gera, tí umframt manningina, vóru taðfá, sum troystaðu sær at eta.
Kortini broyttist hann rættiliga nógv til tað betra, tá ið hann fekk stabilisatorar. Og nú kunnu tað ikki vera tvær meiningar um, at hann hevur verið okkum eitt ómetaliga gott skip.
Men serliga gott heldur Kári, at maskinfólkið við Smyrli hevur verið.
Uttan so gott maskinfólk, hevði tað aldrin borið til. Tá ið hann var á donskum hondum og sigldi í Danmark, stóð altíð ein riðil av maskinfólki til reiðar at fara umborð at arbeiða um næturnar. Tað hevur ikki verið ímeðan hann hevur siglt við Strandferðsluni, tí maskinfólkið hevur sjálvt gjørt tað, sum var neyðugt at gera. Sýnismenn, sum hava verið umborð fyri Skipasýn og klassa, hava eisini havt á munni, hvussu vælhildið maskinrúmið er.
Ringasti túrur ímillum Havnina og Suðuroynna við Smyrli, sum nú gevst, tók einar seks tímar.
Tað var ein fúlur túrur, Ein danskur lækni, sum var við, skrivaði grein um tað bløðunum aftaná. Einaferð Dúgvan sigldi fyri Smyril, steðgaði hon upp í Suðuroyarfirði og rak fyri vág og vind í fleiri tímar. Og tað vildi ikki mætari til enn at sami lækni var aftur umborð tá, so hann hevur ikki góð minnir um suðuroyarsiglingina.
Nú fáa vit so nýggjan Smyril og Kári ætlar sær heilt víst yvir á samferðsluhavnina, tá ið hann kemur nú leygardagin.
Tað trongdi harðliga til at fáa nýggjan Smyril, tí hin var uppslitin.
Men alt hetta við at sigla fleiri túrar, veit hann ikki rættiliga
Tá ið mann fer til Havnar, fer mann fyri dagin, sigur hann.
Tí heldur hann, at vit skulu halda fram við tveimum túrum um dagin og so kann ferðaætlanin endurskoðast aftur ímóti sumri.
Bundu rokkararnar niður
Annars heldur hann, at ferðafólkið yirhøvur hevur verið ógvuliga fitt at hava við at gera.
Kortini vóru undantøk, sum ta ferðina, teir sigldu úr Noregi til Danmarkar og eitt harkalið av rokkarum úr Noregi vóru við. Teir gjørdu nógv um seg umborð, slógu um seg við ketum og vóru til stóran ampa.
Men teir vóru ikki verri enn so enn at manningin fekk tikið teir og bundið teir niður, allar samlar. Nakrir vórðu lokkaðir inn í messuna ein og ein at fáa sær breyð og so vórðu teir tiknir og bundnir og at enda lógu allir í bondum. Løgreglan kom so eftir teimum og motorsúklunum og alt varð koyrt íland.
Rokkararnir vóru ørir og lovaðu hevnd, men ongin sá nakað aftur til teir.
Eisini eina aðruferð komu ófriðarkroppar umborð, men eisini teir vórðu tiknir og stongdir inni í storesrúminum til komið varð í havn og løgreglan kundi fara avstað við teimum.
Viðhvørt kundi eisini misskiljingar føra til ymsar merkiligar støður. Einaferð lógu bæði Teistin og Smyril á Tvøroyri. Annars skuldi til Skotlands og annar til Havnar.
Tá ið skotlandsbáturin loysti, kom ein ferðamaður algoystur við bili oman á ferjuleguna og sá bátin fara útfrá. Hann var argur tí hann var afturútsigldur og stillaði seg at rópa "reyvarhol" eftir manningini. Onkur spurdi hann so, hvagar hann skuldi.
Jú, hann skuldi til Havnar
Ja, men so var tað ikki báturin, sum júst hevði loyst. Báturin, sum skuldi til Havnar, var ikki farin enn. So ferðamaðurin var fegin, tá ið hann fór umborð, men samstundis ógvuliga forharmaður, at hann skuldi havt rópt soleiðis eftir hinum.
Kári Thomasen hevur verið avbera vælnøgdur við árini umborð á strandfaraskipunum.
Manningin hevur verið avbera fitt og vit hava verið sum ein stór familja og vit hava eisini havt avbera fittar skiparar, so haðani havi eg bara góð minnir, sigur tann gamli kokkurin.