Í brævi til tann nývalda forsetan skrivar Mandela, at úrslitið er eitt prógv um, at tann, sum vil broyta viðurskiftini, kann røkka sínum máli.
Mandela heitir á Obama um at virka fyri friði og trygd í heiminum, og hann sigur seg vænta, at Obama fer at styðja bardagan ímóti fátækradømi og sjúkum.
Nelson Mandela stóð á odda fyri teirri fyrstu demokratisku stjórnini í Suðurafrika árini frá 1994 til 1999 eftir at hava sitið í fongsli í 27 ár fyri sítt stríð ímóti tí hvíta minnilutastýrinum.
Fyri nøkrum árum síðani vitjaði Barrack Obama fongslið á Robben Island, har Nelson Mandela var fangi. Millum annað vitjaði hann klivan hjá Mandela.