- Í summar fari eg at broyta alt. Tað verður hart fyri spælararnar og eg havi sagt við teir, at teir skulu koma fyri seg í summar, tí komandi ár fara vit at arbeiða harðari, sigur Mancini.
Tá Mark Hughes varð koyrdur miðskeiðis í kappingarárinum og Mancini settur í hansar stað, vildu fjølmiðlarnir í Onglandi vera við, at fleiri spælarar, har ímillum Craig Bellamy, vóru ónøgdir við økta talinum av venjingum, ið Mancini álegði liðnum.
- Eg meini hetta í álvara. Komandi ár skulu vit spæla hósdag og leygardag og um vit vilja gera framstig, so mugu vit arbeiða harðari. Tað merkir, at vit onkrar dagar mugu venja tvær ferðir um dagin, sigur Roberto Mancini.
Ein annar spælari, ið hevur lufta sína ónøgd í fjølmiðlinum er Carlos Tevez. Hann varð í vikuni valdur til ársins spælara hjá Manchester City á árligu gallaveitsluni hjá teimum.
- Um hann hevur hug at gerast ein betri spælari og arbeiða harðari, so kann hann blíva tann besti spælarin í heiminum, men so má hann arbeiða harðari, sigur Mancini um Tevez.
Manchester City spælir seinasta dystin hetta kappingarárið sunnudagin á Upton Park ímóti Wast Ham.