Mancini: Ikki trúgva øllum

- Teir flestu av leikarunum, ið eru settir í samband við okkum, eri eg als ikki áhugaður í. Eg vil bara hava leikarar, ið kunnu styrkja liðið, sigur Roberto Mancini við heimasíðuna hjá Manchester City.

 

Í seinastuni hava Gunnar Nielsen og teir verið settir í samband við 24-ára gamla Edin Dzeko, sum til dagliga spælir við Wolfsburg.

 

- Vit vita hvørjir leikarar vit vilja hava. Eg havi ein lista við nøvnum, men tann listin er lítið, sigur Mancini.

 

Tað er enn ógreitt um enski landsliðsmálmaðurin, Joe Hart, sum í ár var útleigaður frá Manchester City til Birmingham, verður at síggja á Manchester City liðnum komandi kappingarár.

 

- Eg blívi við at lesa í miðlinum, at eg eg fari at selja og keypa fleiri leikarar í summar, men tað passar ikki. Fólk hava gloymt at eg longu havi ein sterkan hóp, sigur Mancini.

 

Millum leikararnar, ið miðlarnir meta vera á veg úr felagnum eru, Micah Richards, Stephen Ireland, Martin Petrov og útleigaði Robinho.

 

- Flestu av leikarunum sum vit eru settir í samband, eri eg als ikki áhugaður í og vit hava onki boð fingið uppá nakran av okkara leikarunum, sigur Mancini.

 

Manchester City endaði nummar 5 í ár nummar í Premier League.