Manchester vísti meistaraspæl

Tað var eingin slingur í valsinum, tá ið Alex Ferguson og Manchester United í kvøld vitjaðu Kevin Keegan og Newcastle.

United er í kvøld á veg til hús við 5-1 sigri, og við Christiano Ronaldo og Wayne Rooney á odda sýndu teir satt meistaraspæl.

Rooney og Ronaldo skoraðu málini í 1. hálvleiki, og Ronaldo økti til 3-0, áðrenn Abdoulaye Diagne-Faye minkaði um munin og harvið kveikti vón um betri úrslit millum heimaáskoðararnar.

Men vónin varð skjótt sløkt aftur. Rooney økti til 4-1 eftir hornaspark, og Louis Saha staðfesti rimmar sigurin eftir uppspæl frá Rooney.

Sigurin ber við sær, at Manchester United nú bara er trý stig frá oddasessinum og Arsenal, sum hevur 64 stig.

Chelsea, sum er á triðja plássi við 55 stigum, skal ikki spæla í 27. umfari fyrrenn mikukvøldið, tá ið teir fara at vitja Tottenham. Í morgin fara júst hesi bæði London feløgini at dystast í minnu steypafinaluni.

Úrslit í dag: Birmingham-Arsenal 2-2, Fulham-West Ham 0-1, Liverpool-Middlesbrough 3-2, Portsmouth-Sunderland 1-0, Wigan-Derby og Newcastle-Manchester United.

Í morgin: Reading-Aston Villa og Blackburn-Bolton. Mánadagin spæla Manchester City og Everton, og so hittast Tottenham og Chelsea á White Hart Lane mikukvøldið.