Real Madrid er tað felagið í heimum, sum hevur flestar inntøkur. Teimum hølunum koma FC Barcelona og Manchester United. Serfrøðingarb hjá Deloitte vænta, at Manchester United við nýggju sjónvarpsavtaluni í Premier League, fer at yvirhála Real Madrid næstu ferð.
Real Madrid hevur eina inntøku upp á 3,31 milliardir krónur, FC Barcelona hevur 3,22 milliardir krónur í inntøkum um árð. Á triðja plássi er Manchester United við 2,99 milliardum krónum í árligum inntøkum.
Her verður tó væntað, at nýggja sjónvarpsavtalan í Premier League, kemur at geva ensku feløgunum enn fleiri pengar. Premier League hevur longu fimm av feløgunum í topp tíggju. Umframt Manchester United, so er talan um Manchester City, Arsenal, Chelsea og Liverpool. Hini í topp tíggju eru PSG, Bayern Munchen, Juventus og Borussia Dortmund.
Arsenal hevur flestar áskoðarainntøkur, Real Madrid hevur bestu einstøku sjónvarpsavtaluna, meðan Paris Saint-Germain hevur flestar sponsorinntøkur.