Manchester United vinnur í kvøld!

Seinastu sjey ferðirnar Manchester United, í Champions League endaspælinum, hevur havt seinna dystin á heimavølli, hava teir vunnið og eru komnir víðari. Frammaliga í minninum stendur 7-1 sigurin á italska AS Roma. Tað var í kappingarárinum 2006/07, at Manchester United og AS Roma møttust í fjórðingsfinaluni. Roma vann fyrra dystin í Rom 2-1. Á heimavølli vísti Manchester United og Sir Alex Ferguson seg frá sínu bestu síðu, og bankaðu Roma 7-1 við málum frá millum annað Wayne Rooney og Cristiano Ronaldo.

 

Í fjør og fyrra árið spældu Manchester United málleysar javnleikar á útivølli ímóti ávíkavist Inter og Barcelona. Báðu ferðirnar vunnu teir seinna dystin á Old Trafford. 1-0 á Barcelona fyrra árið

og 2-0 á Inter í fjør.

 

Tí tala tølini fyri, at Manchester United vinnur í kvøld, tá teir heima á Old Trafford taka ímóti Bayern Munchen í seinnu fjórðingsfinaluni í Champions League. Fyrri dysturin endaði við einum 2-1 sigri til Bayern.

 

So er bara spurningurin, um Louis Van Gaal og Bayern Munchen hava lisið uppá søgu til í kvøld.

 

Dysturin byrjar kl 19.45.