Manchester United var rein feria

Miðvallarin Paul Pogba heldur, at arbeiðsmoralurin er munandi hægri í Juventus

Franski miðvallarin, Paul Pogba sigur í einari samrøðu við italska blaðið "La Stampa", at tað var ein rein feria hjá honum at verða í Manchester United, samanborið við at spæla fyri Juventus í Italia. Paul Pogba fór úr Manchester United fyri at spæla við Juventus á sumri í 2012. Við Juventus hevur hann vunnið trý meistaraheiti á rað, og hevur verið í Champions League finaluni.

 

- Fólk mugu gera sær greitt, at í Juventus er einki lætt. Tað er talan um eina heilt øðrvísi mentan, tá um arbeiðsmoral ræður, og samanborið verður við onnur fótbóltsfeløg. Tá eg var í Manchester United var tað ein rein feria, sigur Paul Pogba við La Stampa.

 

- Vit hava arbeitt hart fyri meistaraheitunum her í Juventus, vit hava ikki stolið meistaraheitini, slær Paul Pogba fast í samrøðuni 

 

Táverandi høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson helt í 2012, at Paul Pogba vísti teimum alt ov lítla virðing, tá hann ikki vildi skriva undir ein langtíðar sáttmála. 

 

Paul Pogba hintar í samrøðuni, at hann kundi hugsað sær at spælt á sama liði, sum Yaya Toure, og kann sostatt verða á veg til Manchester aftur, men hesaferð til tað ljósabláa liðið í Manchester, City.