Manchester United víðari í FA Cup

Ikki síðani Peter Schmeichel, hevur ein dani staðið í mál hjá Manchester United. Í dag fekk Anders Lindegaard debut sum málverji hjá Manchester United. Hann er umvegis OB og norskan fótbólt endaður í Manchester United.

 

Southampton kom á odda stutt fyri hálvleik, tá Richard Chaplow smekkaði bóltin í kassan. Í seinna hálvleiki svaraði Manchester United aftur. Fyrst stútaði Michael Owen bóltin í kassan, áðrenn Ryan Giggs spældi Javier Hernandez leysan, sum skoraði avgerandi málið.

 

Chelsea var á vitjan á Goodison Park í Liverpool. Fyrrverandi Manchester United framherjin, Louis Saha, legði Everton á odda, meðan Salomon Kalou tryggjaði Chelsea umdyst við útjavnandi máli í evstu løtu. Aston Villa vann 3-1 á Blackburn. Ciaran Clark, Robert Pires og Nathan Delfouneso skutu málini fyri Aston Villa.

 

FA Cup fjórða umfar:

Everton ? Chelsea 1-1

Swansea ? Leyton Orient 1-2

Aston Villa ? Blackburn 3-1

Birmingham ? Conevtry 3-2

Bolton ? Wigan 0-0

Burnley ? Burton Albion 3-1

Sheffield Wednesday ? Hereford 4-1

Southampton ? Manchester United 1-2

Stevenage ? Reading 1-2

Torquay United ? Carwley Town 0-1

Watford ? Brighton 0-1