Manchester United royndi at keypa Samir Khedira

Líkt er til, at Manchester United ikki fekk sín vilja í flytingarvindeyganum.

Tað eydnaðist ikki Manchester United fáa teir spælararnar, sum felagið vildi hava áðrenn flytingarvindeygað lat aftur í gjár. Týski miðvallarin hjá Real Madrid, Samir Khedira váttar í dag, at Manchester United royndi at keypa hann.

 

Cesc Fabregas, Ander Herrera, Leighton Banies, Daniele De Rossi, Fabio Coentrao og nú Samir Khedira. Tað eru alt spælarar, sum Manchester United royndi at keypa í summar, men ikki hevur fingið.

 

-       Real Madrid avvísti boðnum og tað var tað. Eg tosaði við venjaran, Carlo Ancelotti, fyri nøkrum vikum síðani og tá varð mær greitt, at eg bleiv verandi í Real Madrid, sigur Samir Khedira sambært týskum miðlum.

 

Manchester United hevur verið ákoyringum frá bæði ítróttarskrivarum og viðhaldsfólki, sum halda at Manchester United hevur fingið ov lítið burtur úr hesum flytingarvindeyganum.

 

Viðmerkjari hjá ESPN.com metir, at bara Newcastle hevði eitt verri flytingarvindeygað enn Manchester United.


Les metingina HER.

 

Millum annað hevði Manchester United møguleika at keypa Marouane Fellaini fyrr í summar fyri minni enn tær 240 milliónirnar, sum teir endaðu at gjalda fyri hann, tá samanumkom. Tað er væl eisini ein ábending um, at Manchester United ikki fekk sín mann og at Marouane Fellaini ikki er fyrsta val.