Manchester United og Manchester City eru fremst

Premier League: Sigurin hjá City var umstríddur, meðan Paul Pogba er í stórformi fyri Manchester United

Tveir dystir hava verið í Premier League í kvøld. Manchester City og Manchester United vunnu sínar dystir, og hava bæði yvirhálað Leicester á stigatalvuni.

Manchester City hevur vunnið seks dystir upp í slag, men tað skuldi eitt umstrítt mál til at fáa heimaliðið í gongd móti Aston Villa. Tað tykist vera ósemja um rangstøðureglugerðin bleiv tulkað rætt, tá Bernardo Silva legði Manchester City á odda tíggju minuttir fyri tíð.

Tá Manchester City vinnur bóltin er Rodri rangstaddur, men tað er ein tulkingarspurningur um tað skal dømast í hesum førinum. Venjarin hjá Aston Villa bleiv so illur, at hann bleiv útvístur. Eftir dystin segði Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, at hann ikki heilt kennir reglugerðina. Ilkay Gundogan setti punktum við brotssparki.

Manchester United var aftanfyri longu aftaná seks minuttir móti Fulham, men endaði við at vinna 2-1. Edinson Cavani javnaði og Paul Pogba skoraði sigursmálið. Talan var um eitt flott mál. Franski miðvallarin, sum eina ferð var heimsins dýrasti spælari, byrjar at finna formin av álvara.

1Man Utd19124336:2540
2Man City18115231:1338
3Leicester19122535:2138
4Liverpool1897237:2134
5Tottenham1896333:1733
6Everton17102528:2132
7West Ham1995527:2232
8Chelsea1985633:2329
9Southampton1885526:2129
10Arsenal1983823:1927
11Aston Villa1682629:1826
12Leeds1872930:3423
13Crystal Palace1965822:3323
14Wolves1964921:2922
15Newcastle1854918:3019
16Brighton1938822:2917
17Burnley174499:2216
18Fulham18261015:2712
19WBA19251215:4311
20Sheffield Utd19121610:325