Manchester United hevur framvegis beina kós móti 20. meistaraheitinum. Í dag vunnu teir 2-0 á Everton, og liggja nú 12 stig fremst nú tað resta 12 umfør av Premeir League.
39 ára gamli Ryan Giggs legði Manchester United á odda aftaná 13 minuttir. Robin Van Persie sneiddi framvið Everton verjuspælara og spældi stutt til Ryan Giggs, sum róligur sendi bóltin í málið umvegis stongina.
Ryan Giggs hevur nú skotið mál í øllum 21 kappingarárinum síðani Premier League varð stóvnað. Tað er hann einsamallur um at hava klárað.
Stutt fyri hálvleik økti Robin Van Persie, tá hann bleiv spældur púra leysur móti málverjanum. Hann rak framvið honum og trillaði bóltin móti málum. Ein verjuspælari var um reppi at fáa fatur á bóltinum, men endaði við at skumpa bóltin seinasta pettið inn um málstrikuna.
Aston Villa er nú røttu megin niðurflytingarstrikuna, eftir at teir fyrr í dag vunnu 2-1 á West Ham. Christian Benteke legði Aston Villa á odda við brotssparki, áðrenn Charles NZogbia sendi fríspark beinleiðis í mál. West Ham minkaði um munin við sjálvmáli, men tað var ikki nokk til at fáa stig.
Premier League:
Aston Villa West Ham 2-1
Manchester United Everton 2-0