Manchester United vann undirhaldandi, spennandi og hendingaríka dystin móti Newcastle í evstu løtu. Manchester City tapti fyri Sunderland og Adam Johnson.
Newcastle var avgjørt ikki komið til Old Trafford fyri at parkera bussin frammanfyri málinum. Teir bjóðaðu upp til dans, og tað kom tað ein undirhaldandi og hendingaríkur dystur burturúr.
Newcastle kom á odda longu aftaná fýra minuttir, tá David De Gea sendi ein retur beint út til James Perch, sum lættliga kundi prika bóltin í mál. Manchester United verjuleikarin, Johnny Evans, javnaði fyri heimaliðið, men stutt seinni gjørdi hann sjálvmál. Tað var eitt sindur ivasamt um ein Newcastle spælari hevði ávirkan á spælið, og samstundis var rangstaddur. Hjálpardómarin hevði flaggið á lofti, men dómarin bríkslaði fyri mál, eftir at hava tosað við hjálpardómaran.
Í seinna hálvleiki javnaði fyrst Patrice Evra, áðrenn Papiss Cisse aftur legði gestirnar úr Newcastle á odda. Tríggjar minuttir seinni fekk Robin Van Persie tveir møguleikar. Tað var ein ov nógv, og so var aftur javnleikur.
Bæði liðini góvu seg fult út fyri at vinna. Bæði liðini raktu stengurnar, áðrenn Javier Hernandez í evstu løtu avgjørdi dystin eftir gott innlegg frá Michael Carrick. Sir Alex Ferguson var sjónliga glaður eftir dystin.
Manchester City tapti enn eina ferð á Stadium of Light fyri Sunderland. Tað var fyrrverandi Manchester City spælarin, Adam Johnson, sum skoraði einsamalla málið. Talan var um skot uttanfyri brotsteigin, sum Joe Hart helst skuldi tikið sær av.
Manchester United er nú sjey stig fremst í Premier League.
Premier League:
Everton Wigan 2-1
Fulham Southampton 1-1
Manchester United Newcastle 4-3
Norwich Chelsea 0-1
Reading Swansea 0-0
Sunderland Manchester City 1-0
QPR WBA 1-2