BBC skrivar í dag, at Manchester United fer at keypa Harry Maguire fyri 665 milliónir krónur frá Leicester City. Um skiftið verður veruleiki, verður enski landsliðsmiðverjin heimsins dýrasti verjuspælari.
Tað hevur leingi ljóðað í altjóða miðlum, at Manchester United ynskir at keypa Harry Maguire frá Leicester City. 26 ára gamli miðverjin sló sítt navn fast til HM-endaspælið í Russlandi fyri einum ári síðani. Harry Maguire yvirhálar nú miðverjan hjá Liverpool, Vrigil van Dijk, sum heimsins dýrasti verjuspælari.
##med2##
Manchester United hevur ikki rørt so nógv upp á seg í summar, hóast avrikini í fara kappingarári vóru minni góð. Tó er nógv lagt fyri í verjupartinum, har eisini Aaron Wan-Bissaka er keypur frá Crystal Palace.
Fyrsti dystur hjá Manchester United í hesum kappingarárinum verður 11. august móti Chelsea.