Fær Manchester United eitt stig við heimaftur úr Blackburn, so eru teir enskir meistarar á 19. sinni ? tað er nýtt met. Fýra dystir í Premier League verða leiktir í dag. Á Ewood Park tekur Blackburn móti Manchester United. Sir Alex Ferguson og hansara menn eru bara eitt stig frá at vinna meistaraheitið og samstundis yvirhála Liverpool sum mest vinnandi felagið í Onglandi. Gamla felagið hjá Gunnari Nielsen, Blackburn, stríðist fyri at bjarga sær undan niðurflyting. Dysturin byrjar klokkan 12:45 í dag.
Premier League dystir í dag:
Blackburn ? Manchester United 12:45
Blackpool ? Bolton 12:45
Sunderland ? Wolverhampton 12:45
WBA - Everton 12:45