Manchester United hevur sett nýggjan venjara

Premier League: Erik ten Hag er nýggjur venjari hjá Manchester United, tað boðar felagið frá í dag

Týskvøldið flongdi Liverpool Manchester United 4-0 á Anfield. Í gjár ruku tveir av fremstu skótunum, ið skulu hyggja eftir spælarum, og í dag er nýggjur venjari kunngjørdur.

 

Manchester United, sum hevur verið leitandi síðani Sir Alex Ferguson takkaði fyri seg í 2013, hevur nú sett Erik ten Hag sum høvðusvenjara. Hollendarin hevur seinastu fýra árini verið verið venjari hjá Ajax. Hann hevur undan tí verið venjari hjá Go Ahead Eagles eykaliðnum hjá Bayern Munchen og FC Utrecht.

 

Manchester United hevur verið sett í samband við Erik ten Hag í longri tíð. Bretskir miðlar skriva, at upp til tíggju spælarar verða seldir í summar, meðan fleiri nýggir skulu verða á veg. Erik ten Hag er ein venjari, sum leggur stóran dent á ungar spælarar og menning. Hann gongur eisini undir, at verða ein maður, sum gongur høgt upp í smálutir.

 

Manchester United er í løtuni nummar seks og møguleikarnir fyri at røkka Champions League fótbólti komandi kappingarár minka í hvørjum.

 

1Man City32245375:2077
2Liverpool32237283:2276
3Chelsea31188566:2762
4Tottenham321831156:3857
5Arsenal321831149:3957
6Man Utd33159952:4854
7West Ham331571152:4352
8Wolves321541333:2849
9Leicester311181247:5141
10Brighton339131129:4040
11Newcastle3310101337:5540
12Brentford331161641:4939
13Southampton329121138:5239
14Crystal Palace328131143:4137
15Aston Villa311131742:4636
16Leeds32891538:6833
17Everton31851834:5329
18Burnley314131426:4525
19Watford32642230:6222
20Norwich City32562122:6621