Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í FA Cup hevur verið og møguleiki er fyri eini fjórðingsfinalu millum oddaliðini í Premier League. Um Arsenal vinnur á Leyton Orient í dag, so verður tað eitt brak av eini fjórðingsfinalu á Old Trafford. Manchester United vann í gjár tepran 1-0 sigur á Crawley Town, meðan Arsenal í dag er á útivølli móti League One liðnum, Leyton Orient.
Manchester City greiddi sína skyldu á heimavølli móti Notts County í dag. Liðið hjá Gunnari Nielsen vann 5-0. Patrick Vieira skoraði tvey, meðan Carlos Tevez, Edin Dzeko og Micah Richards skoraðu eitt í part.
FA Cup fjórðingsfinalur:
Birmingham ? Fulham/Bolton
Manchester City/Aston Villa ? Everton/Reading
Manchester United ? Leyton Orient/Arsenal
Stoke ? West Ham/Burnley