Manchester United gjørdi skjótt av

Premier League: Skaðin hjá Christiani Eriksen gjørdi, at Manchester United fór eftir Marcel Sabitzer

Manchester United hevur leigað eysturríska Marcel Sabitzer frá Bayern Munchen. 28 ára gamli miðvallarin skal avloysa Christian Eriksen, sum er skaddur og ikki væntast spæl aftur fyrr enn í fyrsta lagi seint í apríl.

 

Tað gekk skjótt av fáa skiftið upp á pláss, tí Manchester United hevur nógvar dystir í løtuni og skuldi hava ein avloysara, meðan Marcel Sabitzer situr uttanfyri hjá Bayern Munchen og tað hevur hann ikki hug til restina av kappingarárinum.

 

- Onkuntíð skal tú gera skjótt av her í livinum. Tá eg fekk at vita, at hetta var ein møguleiki, so visti eg, at hetta var tað rætta fyri meg, sigur Marcel Sabitzer í fyrstu samrøðuni sum spælari hjá Manchester United.

 

Tað verður eisini sagt í bretsku miðlunum, at bæði Scott McTominey og Donny van de Beek eru skaddir. Fyrrnevndi væntast at sita uttanfyri í nakrar vikur, meðan hollendski Donny van de Beek helst ikki spælir aftur hetta kappingarárið.

 

Marcel Sabitzer hevur sáttmála við Bayern Munchen fram til 2025. Manchester United skal í kvøld spæla seinnu hálvfinaluna í Liga Cup kappingini. Manchester United vann 3-0 í fyrru hálvfinaluni, sum var á útivølli móti Nottingham Forest.