Fiskiskapurin hjá trolbátunum er brúkiligur

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur verið hampiligur, men er nú minkaður aftur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. 

- Fimm partrolarapør fiska í løtuni upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks, og eitt partrolarapar liggur við bryggju.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur verið hampiligur, men er nú minkaður aftur.

 

Umframt upsa, fáa partrolararnir, sum ikki eru á gulllaksaveiði, mest av upsa, men skipini fáa eisini nakað av hvítingi, hýsu, longu og toski.

 

- Flestu partrolarapør koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, ein fiskar undir Føroyum, og ein er á Flemish Kap.

 

- Fiskiskapurin hjá djúpvatnstrolarunum undir Føroyum er smáligur.

 

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at tveir eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. 

 

- Fiskiskapurin hjá trolbátunum er brúkiligur. Báðir, sum eru úti í løtuni, koma inn at landa fyrst í næstu viku.

 

At enda verður sagt, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski.