Manchester United í “Fergietime”

Premier League: Tað sær út til, at teir góðu gomlu dagarnir eru aftur á Old Trafford

Manchester United vann í gjár 1-0 á Wolverhampton og liggur á øðrum plássi í Premier League. Sermerkt við sigrinum var sigursmálið kom ikki fyrr enn í 94. minutti. Júst sum í gomlum døgum, tá Sir Alex Ferguson var rótin til hugtakið “Fergie-Time”.

Tað gekk annars illa hjá Manchester United at seta seg á dystinum, men móti endanum blivu royndirnar vandamiklari og vandamiklari. Tað endaði við at Marcus Rashford skoraði í yvirtíðini, tá hann við eitt sindur av hjálp, fekk skot á í brotsteiginum. Manchester United hevur nú 30 stig á 2. plássi, bara tvey stig aftanfyri meistarnar úr Liverpool.

Stóra søgan í gjár var at Leeds vann heili 5-0 á West Bromwich. Leeds spælir framrættaðan fótbólt við nógvir orku. Tað kann kostað dýrt í verjupartinum, men hesa ferð bleiv tað til ein stórsigur á WBA, sum annars útmerkaði seg við at fáa stig á Anfield seinast.

Tað verða tveir dystir í Premier League í dag. Tottenham fær vitjan av Fulham, meðan Liverpool er á vitjan í Newcastle.

1Liverpool1595137:2032
2Man Utd1593331:2330
3Leicester1692529:2029
4Everton1592426:1929
5Aston Villa1482428:1426
6Chelsea1675431:1826
7Tottenham1575326:1526
8Man City1475221:1226
9Southampton1675425:1926
10West Ham1665523:2123
11Leeds1672730:3023
12Wolves1663715:2121
13Arsenal1662816:1920
14Crystal Palace1654720:2919
15Newcastle1453617:2418
16Burnley154479:2016
17Brighton1627718:2513
18Fulham1525813:2311
19WBA16151011:358
20Sheffield Utd1602148:272