Manchester United er víðari

Manchester United fekk í kvøld vitjan av ukreinska Dynamo Kiev heima á Old Trafford. Vann Manchester United dystin, samstundis við at Sporting Lissabon ikki fekk fulla úrtøku móti AS Roma, hevði enska felagið leikt seg víðari.

Stór útskifting var framd á liðnum síðan stórdystin ímóti Arsenal seinasta vikuskifti. Hóast hetta var United greitt omaná, og tað var júst ein av teimum óroyndu, sum slapp at skora fyrsta málið. Hann er miðverjuleikari, og eitur Gérard Pique. Hetta var í 31. minutti, og seks minuttir seinni økti Carlos Tevez.

Í seinna hálvleiki slógu Wayne Rooney og Cristiano Ronaldi United-sigurin fastan, og endaliga úrslitið gjørdist tískil 4-0.

 

Manchester United er nú trygt víðari í Champions League, meðan AS Roma og Sporting Lissabon berjast um seinasta plássið, sum tryggjar víðari luttøku.