Vikuskiftið 16. til 18. februar verður fimta umfar í søguríku FA Cup kappingini í Onglandi avgreitt.
Lutur er tikin um hvørji lið møtast, og tað fall soleiðis út, at bæði Manchester City og Manchester United skulu spæla á útivølli. Tað skal Tottenham eisini um teir vinna umdystin ímóti Newport. Chelsea fær heimadyst í fimta umfarið.
5. umfar í FA Cup kappingini verður leikt soleiðis:
Sheffield Wednesday-Notts County/Swansea
West Bromwich-Southampton
Chelsea-Hull
Leicester-Sheffield United
Huddersfield/Birmingham-Man. Utd
Millwall/Rochdale-Newport/Tottenham
Brighton-Coventry
Wigan-Manchester City










