Tveir spennandi dystir hava í dag verið í ensku Premier League. Fyrri dysturin var klokkan 13:30, tá Everton á Goodison Park tók ímóti Manchester City.
Undan dystinum var Manchester City ein lítil favorittur, hóast at tað hevur gingið væl hjá Everton við Ronald Koeman á odda í ár.
Men úrslitið kom óvart á tey flestu. Dysturin endaði við einum knúsandi 4-0 sigri til Everton ímóti Manchester City, sum sostatt er størsti ósigurin hjá Pep Guardiola sum klubb-venjara nakrantíð.
Áðrenn Pep Guardiola byrjaði í Premier League, væntaðu tey flestu at Manchester City fór at vera millum tey allar fremstu liðini í Premier League í ár, men soleiðis hevur ikki verið. Tað hevur víst seg at verið munandi meira trupult hjá Pep Guardiola at umstilla seg frá týskum til enskan fótbólt, og í løtuni hevur Manchester City onga framgongd á stigatalvuni í mun til seinasta kappingarár, tá Manuel Pellegrini stóð á odda fyri liðnum.
Javnleikur á Old Trafford
Klokkan 16:00 byrjaði so seinni dysturin í Premier League, tá arvafíggindarnir, Manchester United og Liverpool brustu saman.
Í tí dystinum var Manchester United ein stórur favorittur undan dystinum, tí talan var um eitt skert Liverpool lið sum kom á vitjan.
Men eisini í tí dystinum, hevði favoritt leikluturin lítlan týdning. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, men leingi var líkt til at Liverpool skuldi fara avstað við sigrinum.
Liverpool kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá James Milner umsetti brotsspark til mál, sum Paul Pogba gjørdi, tá hann tók bóltin við hondini í egnum feltið.
Ikki fyrrenn heilt móti endanum eydnaðist tað Manchester United at javna. Maðurin sum skjeyt útjavnandi málið fyri Manchester United, var eingin annar enn svenska álopsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic.
Úrslitini bera við sær, at bæði Manchester liðini í løtuni eru uttan fyri topp fýra plaseringar, sum als ikki er í tráð við málsetningarnar hjá teimum báðum feløgunum. Tað er eingin ivi um, at bæði Manchester City og Manchester United høvdu sett nøsina upp eftir einari hægri plasering, tá tey fóru undir fyrireikingarnar til hetta kappingarárið. Við tí eina stiginum í dag hjá Liverpool, fóru teir framvið Arsenal á stigatalvuni, soleiðis at teir nú liggja á einum triðja plássi. Everton liggur á einum sjeynda plássi, sjey stig aftanfyri Manchester United á sætta plássinum.
Úrslitini í dag:
Everton – Manchester City 4-0 (1-0)
1-0 Romelu Lukaku, 34.
2-0 Kevin Mirallas, 47.
3-0 Tom Davies, 79.
4-0 Ademola Lookman, 90.
Manchester United – Liverpool 1-1 (0-1)
0-1 James Milner (Brotsspark), 27.
1-1 Zlatan Ibrahimovic, 84.