Feløgini við størstu úrtøkuni í tøttu jóla- og nýggjárskránni eru higartil Manchester City og Manchester United. Hesi bæði vóru aftur í dag á vøllinum, og hjá báðum tveimum eydnaðist tað at vinna tepurt.
Manchester United var í Norwich, har gestirnir vunnu 1-0. Málið skoraði Danny Welbeck í 2. hálvleiki. Meistararnir eru skerdir, nú hvørki Robin van Persie ella Wayne Rooney eru tøkir. Í dag vóru teir leingi illa kroystir, og heimaliðið var óheppið ikki at vera frammanfyri eftir 1. hálvleik. At United nú hevur vunnið marginalirnar á sína síðu, sum ikki vóru har fyrsta partin av hesum kappingarárinum, var dysturin í dag gott dømi um.
Manchester City vann á heimavølli 1-0 ímóti Crystal Palace, sum hevði lítið at bjóða uppá. Heimaliðið spældi seg til nógvar møguleikar, men tað var málleyst í fyrra hálvleiki. Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði bosniski Dzeko sigursmálið, sum bar við sær, at Manchester City nú er topplið í Onglandi – í hvussu so er inntil í morgin, tá ið hini oddaliðini skulu spæla. Manchester United hevur nú otað seg fram á 6. plássið.
Merkisverdasta úrslitið í dag var tað, tá ið Hull City á heimavølli vann 6-0 á Fulham, har fyrrverandi Manchester United hjálparvenjarin, Rene Meulensteen, hevur ábyrgdina. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Undan steðginum bendi einki á, at talan skuldi gerast um so trivaligan heimasigur. Fyrsta korterið eftir steðgin skoraði Hull tíggjar ferðir, og so var spurnigurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.
Í dag
West Ham-West Bromwich Albion 3-3
Manchester City-Crystal Palace 1-0
Aston Villa-Swansea 1-1
Norwich-Manchester United 0-1
Hull-Fulham 6-0
Cardiff-Sunderland kl. 17.30
Í morgin
Newcastle-Arsenal kl. 13.30
Everton-Suuthampton 13.30
Tottenham-Stoke kl. 16.00
Chelsea-Liverpool kl. 16.00











