Manchester er í jólahýri

Trivaligi 3-0 sigurin á útivølli ímóti Astan Villa ber meistararnar í United nærri toppinum

Tað kann væl fara at vísa seg, at tað í Onglandi ikki verður so ólíkt tí, sum tað ofta plagar at vera. Royndirnar siga, at tað er um jóltíðir, tá ið tað er tætt millum umførini, at tað alt meiri og meiri myndast, hvørji lið seinni á vetrinum og fram á várið fara at kappast um meistaraheitið.

Í gjár vann Manchester City trivaligan 6-3 sigur á oddaliðnum Arsenal. Hetta var fjórði heimadysturin á rað, at City vann við í minsta lagi trimum málum. Hinir heimasigrarnir hava verið ímóti Norwich (7-0), Tottenham (6-0) og Swansea (3-0).

Við teprum 2-1 heimasigri á niðurflytingarhóttu grannunum í Crystal Palace lyfti Chelsea seg fram aftur á næstfremsta plássið – bara tvey stig aftanfyri oddaliðið – og við trivaligum 4-1 heimasigri á Fulham staðfesti Everton, at tað er álvari i ætlanini at vera við í kappingini um ovastu plássini.

Tíðliga seinnapartin í dag vóru meistararnir í Manchester United í Birmingham, og teir eru á veg til hús aftur við sannførandi 3-0 sigri á lítið sannførandi Aston Villa. Higartil í hesum kappingarárinum hevur tað ikki verið sannførandi hjá United, men nú sær tað út til at fara at gleppa. Málskjúttar vóru landsliðsspælararnir Danny Welbeck (2) og Tom Cleverley. Tað eru tíggju stig frá United á áttanda plássi og fram til Arsenal á fremsta plássinum. So fæst at síggja, hvussu tað verður á nýggjárinum.

Seinni í dag hittast Tottenham og Liverpool á White Hart Lane í London.