Ensku meistararnir úr Manchester City fingu eina stak vánaliga byrjan á ársins Champions League kapping, tá ið teir í fyrsta umfari óvæntað taptu fyri Lyon.
Longu í fyrsta minutti av dagsins dysti á útivølli móti Hoffenheim var enn einaferð tekin um at Manchester City ikki hava góða gongd í Champions League.
Tí eftir bert eini 50 sekund gjørdi Ishak Belfodil støðuna til 1-0, og Cityleikararnir tóktust ikki sørt ørkymlaðir.
Teir ressaðust tó, og bert einar átta minuttir seinni skeyt Sergio Agüero lættliga útjavnandi málið, eftir gott upplegg frá Leroy Sané.
Síðani setti City seg á dystin, og komu eisini til møguleikar. Sum seinni hálvleikur leið, var Hoffenheim trýst longur og longur aftur, og tá ið tríggir minuttir restaðu í riggaði ikki longur hjá týskarunum.
Eitt mistak í verjuni gjørdi at bólturin endaði fyri fótunum á David Silva, ið avgjørdi dystin til 2-1, og Manchester City fekk sín fyrsta sigur í ársins Champions League










