Manchester City tapti í evstu løtu

Manchester City tapti í evstu løtu í dag móti Sunderland. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn tríggjar minuttir inn í tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat. Úrslitið merkir, at tað framvegis er javnt í stigum millum Manchetser liðini í oddinum í Premier League.

 

Manchester City, sum longu týsdagin skal spæla móti Liverpool, byrjaði uttan David Silva og Sergio Aguero. Teir báðir hava verið lyklaleikararnir í skapandi spælinum og uttan teir riggaði álopsspælið í eins væl.

 

Fyrri hálvleikur hevði ikki nógv álopsspæl at bjóða upp á og tá fari var til hálvleiks var tað eisini málleyst. Roberto Mancini tók eisini avleiðingarnar og skifti bæði Sergio Aguero og David Silva tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Sum tíðin gekk tók Manchester City eisini meir og meiri yvir, men sjáldan var veruligur vandi á ferð. Fleiri ferðir vístu sjónvarpsmyndir Manchester City verjaran øsa seg á síðulinjuni, tá leikararnir hjá honum tóku skeivar avgerðir.

 

Størsta møguleikan fyri Manchester City fekk innskifti Micah Richards, tá hann tveir minuttir fyri tíð stútaði ein retur á tvørstongina.

 

Tríggjar minuttir inn í yvirtíðina hendi so tað sum so mangan hendir tá annað liðið trýstur, men ikki skorar. Sunderland fór í mótálop og innskifti Dong-Won Ji varð spælur leysur og skoraði til stóra gleði fyri megin partin á áskoðarunum á Stadium of Light.

 

Sjónvarpsmyndir vístu at framherjin úr Suðurkorea var rangstaddur, men tað var sera tætt.

 

Fyrr í dag vann Everton 1-0 á West Bromwich Albion. Avgerðin fall bara fáar minuttir fyri tíð, tá Victor Anichebe hart kroystur fekk sparka bóltin í mál.

 

Premier League:

 

WBA – Everton 0-1

Sunderland – Manchester City 1-0