Manchester City í heimsflokki

(Myndathema) Enska felagið hevur brúkt hálva aðru milliard krónur upp á nýggja høvðus- og venjingarstøð

Spælararnir hjá Manchester City kunnu ikki longur gremja seg um venjingarumstøðurnar. Felagið lat í gjár hurðarnar upp til nýggju venjingarstøðina, sum millum annað hevur 16 fótbóltsvøllir, nýmótans venjingarhølir og liggur hinumegin vegin frá Etihad leikvøllinum.

 

Tað verður ikki spart upp á nakað. Umframt allar vanligar hentleikar, so hevur venjingarstøðin heilar 16 fótbóltsvøllir. fleiri av teimum við ymiskt undirlagið, so felagið kann fyrireika seg til tær ymisku umtøðurnar, sum tær møta á útivølli.

 

Sum myndirnar eisini vísa, so er talan um tað nýggjasta av tí nýggjast innan fótbólt. Við hesi byggingini er Manchester City óiva mest framkomna felagið í heiminum á hesum økinum.

 

Sheik Mansour, sum eigur Manchester City, hevur frá byrjan sagt, at talan verður um at byggja eitt stórfelag innan frá. Hetta er avgjørt eitt greitt tekin um, at Sheik Mansour er í holt við at byggja eitt felag upp, sum skal halda í longdini.

 

Manchester City fekk fyrr í ár eina bót frá FIFA fyri brot á Financial Fair Play(FFP) reglugerðina, men hendan byggingini telur ikki við, tá útreiðslurnar og inntøkurnar verða settar upp í FFP rokniskapinum.

 

Nýggi bygningurin verður eisini nýtt høvðussæti hjá Manchester City. Felagið hevur undan hesum húsast á Carrington økinum, har eisini Manchester United hevur sína venjingarstøð.