Hóast Manchester City spardi fleiri leikarar, vunnu teir 3-0 á West Ham í hálvfinaluni í Capital One Cup.
Tað tók Alvaro Negredo og Manchester City tríggjar minuttir at seta hol á í dystinum móti West Ham á útivølli, og tá seinasta bríkslið ljóðaði, høvdu teir vunnið 3-0 á degnum. Saman við 6-0 sigrinum á heimavølli eru teir komnir í finaluna við 9-0 sigri.
Sergio Arüero er við aftur eftir skaðasteðg, og byrjaði inni fyri fyrstu ferð síðani november. Hann gjørdi, sum hann plagar at gera, og skoraði til 2-0 eftir 24 minuttum.
Tá knappur tími var leiktur, skoraði Alvaro Negredo sítt næsta mál, og fleiri mál komu ikki í dystinum.
Dysturin sum so var rímiliga javnur, og liðini bæði høvdu hvør síni 12 skot upp á mál, men meðan City hevði seks innan fyri rammurnar, hevði West Ham einans trý.









