Manchester City hevur í kvøld boðað frá, at felagið hevur keypt Jack Grealish frá Aston Villa. Enski landsliðsspælarin kostar 875 milliónir krónur, boðar Aston Villa frá.
Tað hevur leingi ljóðað, at Jack Grealish hevur verið á veg til Manchester City. Seinastu dagarnar hevur tað bara verið ein spurningur um tíð og fyri hvussu nógvar pengar. Jack Grealish gjørdi í fjør sáttmála við Aston Villa, men við tí treyt, at eitt felag í Champions League kundi keypa hann fyri 875 milliónir krónur, ið svarar til 100 milliónir pund.
– Tað var áhugi fyri Jack Grealish í fjør. Tá longdu vit sáttmálan, men vit tí treyt, at eitt felag í Champions League kundi keypa hann fyri 875 milliónir krónur, um Aston Villa ikki var í Champions League. Tá vit gjørdu sáttmálan, væntaðu vit ikki, at nakar fór at gjalda so nógv fyri ein spælara. Hetta er jú met í Premier League, sigur Christian Purslow, ítróttarstjóri hjá Aston Villa á heimasíðuni hjá felagnum.
Manchester City er eisini sett í samband við Harry Kane hjá Tottenham. Áleyparin hevur ikki verið til venjing eftir summarferiuna, og hann ætlar sær at skifta. Her ljóðar, at Manchester City aftur ætlar at leggja minst 875 milliónir krónur á borðið fyri enska liðskiparan.