Manchester City fær allar heiðrarnar

Premier League: Kevin De Bruyne er valdur til ársins spælara

Í dag hevur Premier League kunngjørt, at Kevin De Bruyne valdur til ársins spælara í hesum kappingarárinum. Hann vinnur heiðurin frammanfyri Mohamed Salah hjá Liverpool og Son Heung-Min úr Tottenham.

 

Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, hevur annars gramt seg óført um, at øll halda við Liverpool og at tað bara eru spælarar hjá Liverpool, sum vinna einstaklingaheiðrarnar. Hetta gjørdi hann millum annað, tá Mohamed Salah bleiv valdur til ársins spælara av ítróttarskrivarunum.

 

Hetta er aðru ferð Kevin De Bruyne er valdur til ársins spælara í Premier League. Hann hevur í 29 dystum skorað 15 mál og lagt upp til sjey mál. Serliga í seinnu hálvu hevur belgiski miðvallarin verið ein týðandi spælari fyri Manchester City.

 

Mohamed Salah er toppskjútti við 22 málum og hevur lagt upp til 13 mál, meðan Son Heung-Min úr Tottenham hevur eitt færri mál undan seinasta leikdegi í morgin. Hinir tilnevndu vóru Trent Alexander-Arnold, Jarrod Bowen, Joao Cancelo, Bukayo Saka og James Ward-Prowse.

 

Manchester City fekk eisini ársins unga spælara. Her fall valið á Phil Foden, sum vann heiðurin frammanfyri Trent Alexander-Arnold, Mason Mount, Declan Rice, Aaron Ramsdale Bukayo Saka, Conor Gallagher og Tyrick Mitchell.

 

Pep Guardiola, Jurgen Klopp, Patrick Vieira, Eddie Howe og Thomas Frank eru í uppskoti til ársins venjara.