Manbjørn í Grund, skipari á Nærabergi: Vit roknaðu við einum gjøgnumbroti í vár

- Kundu vit fiskað tað sama í ár sum í fjør, hevði raksturin givið eitt hampiliga gott yvirskot. Tí kemur tað dátt við, at vit ikki sleppa at fiska í ES-sjógvi í februar og mars, sigur Manbjørn í Grund, sum er heima hendan túrin. Hann hevur tó vónir um, at árið hjá Nærabergi fer at eydnast hampiliga væl kortini, tí prísurin á surimi er hækkaður og oljuprísurin lækkaður

Tað eru í hesum døgum liðin júst tvey ár, síðan risatrolarin, Næraberg, fór sín fyrsta túr. Skipið kastaði fyrstu ferð, 28. februar ár 2000 og hevur verið í vinnu síðan. Fíggjarliga hava hetta verið tvey tung ár, men við góðum samstarvi millum føroyingar og norðmenn og ágrýtnum fólki á brúnni, dekkinum og á verksmiðjuni hevur eydnast at havt skipið siglandi. Og nú sær endiliga betri út, hóast torført kann vera at síggja hetta á pappírinum.
Vit hava skift orð við Manbjørn í Grund, skipara, sum fór sín fyrsta túr við Nærabergi í mai ár 2000. Hann fekk fast starv umborð í desember 2000 og hevur í hesum tíðarskeiði skifst við Ólav Biskopstø um at føra skipið. Onkran túr hevur Manbjørn tó loyst av sum stýrimaður. Ein annar, sum eisini hevur ført Næraberg onkran túrin, er norðmaðurin, Jarle Sætre. Hann førdi skipið seinasta túr. Manbjørn og Jarle, sum er royndur skipari, eisini við stórum trolarum, vóru við sama skipi í Alaska árini 1996 og 1997; tá fiskaðu teir Alaska pollok.
Næraberg er nýliga farin avstað aftur, og Ólavur Biskopstø er aftur á brúnni.
Góð útlit hóast vónbrot
Manbjørn í Grund sigur, at Næraberg helst er farin í altjóða sjógv at royna. Ætlanin var at fara á leiðina vestur úr Írlandi og royna uttanfyri og fram við 200 fjórðinga fiskimarkinum. Har kann saktans vera svartkjaftur at fáa hesa tíðina av árinum. Hann væntar, at hesin túrurin fer at vara ein góðan mánaða.
- Tað kemur ógvuliga dátt við hjá okkum, at vit ikki sleppa í ES-sjógv atroyna í februar og mars, nú samráðingarnar millum Føroyar og ES ikki komu undir land. Í februar, mars og apríl í fjør høvdu vit góðan fiskiskap í ES-sjógvi. Vit gjørdu tríggjar góðar túrar uppá ein mánaða hvør. Høvdu fullar tangar, 770 tons av surimi hvønn túrin. Tann triði túrurin endaði undir Føroyum. Vit kastaðu í føroyskum sjógvi, 12. apríl, og tá var nógvur svartkjaftur at fáa her.
Manbjørn sigur, at tað, sum serliga ræður um hjá Nærabergi í ár, er at fáa nakað burtur úr í altjóða sjógvi í februar, mars og partvís apríl mánaði, nú skipið ikki sleppur at fiska í ES-sjógvi.
- Vit høvdu annars vónað at fingið uppaftur meira burtur úr í ES-sjógvi í ár enn í fjør, tí surimi-framleiðslan umborð gongur nógv betri nú, eftir at broytingar eru gjørdar, og royndirnar við framleiðsluni eru fleiri. Tað var nú, vit roknaðu við einum gjøgnumbroti, og tað var nú, vit roknaðu við, at yvirskotið skuldi koma.
Mistu tað besta
Manbjørn vísir á, at hevði Næraberg fiskað tað sama í ár sum í fjør, hevði raksturin givið eitt hampiliga gott yvirskot.
- Í fjør vár fingu vit 11-13 kr. fyri kg. av surimi, men í desember fingu vit 15-18 kr. fyri kg. Japanesarar kenna nú betri okkara framleiðslu. Surimi úr svartkjafti var nýtt í teirra verð, men nú hava teir álit á, at vit kunnu levera eina dygdarvøru. Bøtt er eisini um framleiðsluna umborð, og dygdin á surimi er betur. Og samstundis, sum prísurin á surimi sum heild er hækkaður, er oljuprísurin eisini lækkaður. Haraftrat er framleiðslan hjá okkum fyri hvørt samdøgur nú størri enn nakrantíð.
Skiparin sigur, at tað tekur drúgva tíð at fáa japanesarar at trúva, at tú kanst levera eina dygdarvøru, og serliga tá ið surimi úr svartkjafti er lutfalsliga nýtt á japanska marknaðinum.
- Vit harmast um, at vit ikki sleppa í ES-sjógv at royna, tí hesir 2-3 mánaðirnir skuldu verið teir bestu á árinum, sigur Manbjørn, sum tó ikki hevur mist vónina um, at árið 2002 kann gerast eitt hampiliga gott ár hjá trolaranum.
Hann er sera spentur uppá framtíðina.
- Lat okkum vóna, at Næraberg ger ein góðan túr í altjóða sjógvi. Vit kunnu vænta, at svartkjaftur verður aftur at fáa í føroyskum sjógvi í apríl, og tá verða vit ikki raktir av trupulleikunum við ES, sigur Manbjørn í Grund.