Mánadagin leggur Búskaparráðið várfrágreiðingina fram

Mánadagin 2. mars leggur Búskaparráðið várfrágreiðingina fram. Framløgan verður í Smæruni í Tórshavn klokkan 14.00.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

 

Limir í Búskaparráðnum eru:

 

  • Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
  • Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
  • Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
  • Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
  • Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef.

 

Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya at røkja.