- Tá vit boraðu til Gásadals, Sumbiar og Kunoyar høvdu vit eina smærri játtan á fíggjarlógini, og tað gekk ikki so skjótt altíð, men fólk sóu at tað hendi nakað.
Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, nú hann ynskir, at landið ger íløgu í smærri borimaskinur og toymir, ið kunnu bora tunlar til tær bygdirnar, ið ikki standa í fremstu røð, tá nýggir tunlar skulu gerast.
Ein slík íløgu vil sambært landsstýrismanninum elva til, at fólk fáa eina vón um, at tað er framburður í økinum.
- Fólk sóu at tað gekk framá, og eg haldi, at tað er tað, ið man má venda aftur til. Man má geva fólki eina vón um, at nú fer tað at henda nakað. Tá tað er fari í gongd síggja fólk, at nú hendir nakað.
Hoyr alla samrøðuna við Henrik Old á Rás2 við at trýsta á pílin undir myndini.

- Man má geva fólki eina vón















