Annfinn Danielsen
Nú ein dagin var ein drongur so óheppin at klatra í einum skápi. Hann fór eftir einum bólti, sum lá á einum óhøgligum stað fyri henda 5 ára gamla. Ístaðin fyri at biða eitt av starvsfólkunum koma at hjálpa sær við at taka henda góða bóltin. Sjálvandi bóltar skápi, og drongurin, ólukkudýrið, liggur undir. Hann fær blátt eyga, men man fær eisini ilt, um eitt skáp koppar á ein. Tíbetur hendi tað ikki meiri enn tað.
Hvat við at lært børnini, at ein klatrar ikki í skápum?? Skal nú hvør Marsanna og Palleba at negla sær møblarnar fastar, bara tí at tað gera tey á dagstovnunum? Tað má so verða avleiðingin av hesum. Hvat við at lært børnini at verða tilvitað um, hvussu ein umgangur møblar?
Vit lærdu í øllum førum at umganga teir stóru møblarnar við varðsemi. Ja, ein slapp ikki inn í fínustovu, tí har kom man bara sunnudagar og til høgtíðirnar. Seinni vóru foreldur at yngru børnum so skilagóð, at tey keyptu møblarnar, so tey hóskaði til børnini. Tá kundi møblarnir fáa toyggið. Alt gott um tað, tí børn eru nú einaferð børn, og vóru tey ov væsut, so vóru tey biðin um at spæla uttandura.
Nei, álvaratos. Stór skáp, og at leggja ein bólt ovast í skápið. Tað kann ikki verða rætt. Men at fara at negla hvørt skáp og hvørja hyll. Er tað ikki ov langt úti? Tá haldi eg, at tað naturligasta var, at lært børnini at klatra í møblunum, tað ger man ikki, men heldur biðja um hjálp, tá ein hevur brúk fyri tí. Hví skal leikutoy altíð liggja so høgt? Er tað tí, at børnini ikki skulu spæla við tað?
Ein avleiðing av hesum má verða, at børnini, tá tey koma heim, fara at klatra ella enn verri, at ganga uppi undir loftinum, ja, tí tað kunnu tey í barnagarðinum. Onkur vil siga, at tað er mennandi fyri børnini... Stakkals pedagogar, og neyðars Marsanna og Palliba...
Vit kunnu verja børnini móti mongum, men er hetta ikki at gera ov nógv av?? ella skulu rammurnar verða so rúmar, at vit skulu kunna lata børnini klatra allastaðni. Tað hava nøkur av teimum brúk fyri.