Mamy Dahl Sørensen 40 ár

 
 
Í dag, 21. juli - verður ein av okkara bestu vinkonum  - Mamy Dahl Sørensen á Viðareiði 40 ár. Hon er dóttir Gudrid f. Olsen úr Árnafirði og Jóhan Dahl Sørensen av Viðareiði. Pápi hennara doyði, tá hon bert var 17 ára gomul.
Mamy er triðja av fýra systkjum; Gunvør býr í Havn, Jan í Norðdepli og Sørin Birgir í Klaksvík. Mamy sjálv býr á Viðareiði.
Sum ung starvaðist hon sum gongsgenta á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Síðani fór hon til Havnar at nema sær útbúgving; fyrst sum tekniskur assistentur og síðani sum landmátarateknikari. Í árunum 1987-1995 starvaðist hon á Matrikulstovuni.
Men í 1996 legði Mamy á annan bógv og vildi royna nakað heilt annað. Kreativ, sum hon er, var tí heilt náttúrligt hjá henni at fara á handarbeiðsskúla í Klaksvík. Hetta skeið var hon glað fyri og hevur havt nyttu av tí síðani.
Hon hevur sera góð evni og áhuga at fáast við menniskju. Tað gjørdi, at Mamy søkti og fekk vikarstarv við skúlarnar á Húsum og í Syðradali.   Í Kallsoynni dámdi henni so væl, at hon varð verandi har í tvey ár. Hon tosar javnan um ta góðu tíðina har og hon vitjar javnan aftur.
               Í 1998 fór Mamy til Keypmannahavnar at nema sær aðra útbúgving, sum hevði við menniskju at gera, og í 2001 fekk hon prógv sum heilsurøktari.
               Síðani hon kom heimaftur, hevur hon starvast á Norðoya Røktarheimi og sambýlinum á Heygnum. Í tvey ár hevur hon verið formaður í Heilsurøktarafelagnum. Og 1. februar fór hon í nýtt starv sum leiðari á Dagtilhaldinum í Klaksvík.
               Mamy hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og tað hevur hon ikki frá fremmandum. Farbróðir hennara var Villi Søresen, sáli, sum eitt skifti sat sum landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin.
               Longu í 1988 stillaði hon upp fyrstu ferð, og eydnaðist tað henni at fáa næstflestar atkvøður. Øll árini síðani tá hevur hon verið varamaður á tingi fyri Javnaðarflokkin í Norðoyggjum. Í novembur í 1989 tók hon fyri fystu ferð sæti á tingi, og varð sostatt fyrsta kvinna, ið kom inn á ting fyri Norðuroyggjar.
               Fleiri skifti hevur hon verið formaður fyri Norðoya Javnaðarfelag.
               Kommunalpolitikki hevur hon eisini luttikið í, og sat hon í bygdarráðnum á Viðareiði frá 1993-1996.
               Kirkjan stendur eisini Mamy sera nær. Hon er vaksin upp við, at mamma hennara - sum hevur fingið heiðursmerki frá Hennara Hátign, Drotning Margrethu, fyri trúgva tænastu - hevur verið urguspælari í kirkjuni.
               Í mong ár var hon klokkari í Viðareiðis kirkju, og í dag er hon formaður fyri kirkjuráðnum har.
               Vit í húsinum ynskja tær hjartaliga tillukku, blíðan byrð og Guðs ríku signing framyvir.
Vit gleða okkum til ein sera, sera góðan føðingardag.
               Mamma tín og tú skulu hava stóra tøkk fyri eitt ríkt og gott vinarlag gjøgnum mong ár. Somuleiðis systkin tíni og tykkara kæru.
Tykkara vinarlag er okkum sera dýrabært.
               Vónandi fært tú nógvar vitjanir, tí ongin ivi er um, at tit liva eftir tí, at har hjartarúm er, har er eisini húsarúm. Øll kenna seg væl í selskapi við tykkum.
               Føðingardagurin verður hildin fríggjakvøldið, 23. juli, har opið hús verður.
 
                                                                                           Vinir.