Støðutalvan sigur, at EB/Streymur er topplið í næstbestu deildini, og at EB/Streymur er einasta liðið, sum hevur vunnið fulla úrtøku burturúr trimum teimum fyrstu umførunum.
Ein dystur restar í triðja umfari. Hann verður spældur í Runavík tíðliga seinnapartin sunnudagin. Hann er millum teir næstbestu hjá NSÍ og Giza/Hoyvík. Hesi bæði liðini hava fulla úrtøku eftir tvey umfør. Um annað liðið vinnur sunnudagin, so leggur tað seg upp á síðuna av EB/Streymi.
Hóast EB/Streymur nú hevur níggju stig, og teir næstbestu hjá Víkingi einki stig hava vunnið, so var munurin á liðnum einki serligur, tá ið tey leygardagin hittust í Leirvík. Fótbóltsspælið var gott, og longu í fyrra hálvleiki vóru møguleikar báðar vegir, uttan at tað eydnaðist at skora.
Tíggju minuttir eftir steðgin setti Leif Niclasen hol á fyri EB/Streym, og sjey minuttir undan leikloki staðfesti Leif Niclasen sigurin, og aftur hesaferð var tað við vinstra beini. Meðan støðan var 1-0, hevði Víkingur rimmar roynd úr stórari fjarstøðu, men bólturin brast í samankomingina aftanfyri Jákup Andrias Hansen.
Í fjør vann 07 Vestur bara eitt stig frá teimum næstbestu hjá AB. Leygardagin vann heimaliðið 3-1 í Sørvági. Heimaliðið var greitt omaná undan steðginum, tá ið miðvallarin Gunleif Magnusarson eftir langt innkast setti hol á, og nýggi álopsspælarin Søren Nielsen eftir innlegg úr høgru økti um heimaleiðsluna.
Við AB frísparki varð bólturin sendur í heimabrotsteigin, og tá bríkslaði dómarin fyri brotssparki, tí ein av gestunum varð rendur um koll. Ólavur Venned umsetti brotssparkið til mál, og so var spenningur í aftur. Eitt korter undan leikloki staðfesti vongverjin í vinstru, Jóannis Nielsen, 3-1 heimasigurin.
Tað var nógv upp og niður, tá ið FC Suðuroy tíðliga seinnapartin vitjaði teir næstbestu hjá HB. FC Suðuroy vann 4-3, og stóri maðurin hjá gestunum var Mamuka, sum skoraði trý av málunum. Í fyrra hálvleiki legði hann FC Suðuroy framum 2-0, áðrenn Heri H. Mohr stutt undan steðginum minkaði um munin.
So var tað, at HB vendi tingunum á høvdi. Tór av Skarði og Rói av Fløtum løgdu HB á sigurskós, men tað eydnaðist ikki havnarliðnum at vinna fyrstu stigini í ár. Búi Egilsson javnaði til 3-3, tá ið tað restaðu átta minuttir, og í næstsíðsta minutti var Mamuka aftur á blettinum, tá ið hann skoraði sigursmálið til 4-3 til FC Suðuroy.
Undan leygardegnum høvdu hvørki KÍ ella B71 vunnið stig. Klaksvíkingar løgdu seg framum eftir lítið korter við máli, sum Jóanis V. Petersen skoraði. Fýra minuttir eftir, at KÍ hevði lagt seg framum, misti KÍ ein mann. Hóast teir vóru undirmannaðir, so hildu klaksvíkingar tørn, inntil tað restaðu átjan minuttir. So javnaði Ibrahima Camara til 1-1. Tíggju minuttir seinni legði Jóannes K. Danielsen undirmannaða heimaliðið framum aftur.
Tað restaðu tveir minuttir, tá ið B71 málverjin Klæmint Olsen sá reytt, og tað varð dømt brotsspark til KÍ. Tað umsetti Henry Heinesen til mál og harvið fyrsta KÍ sigurin í ár.
KÍ-B71 3-1 (1-0)
1-0: Jóanis V. Petersen 13.
1-1: Ibrahima Camara 72.
2-1: Jóannes K. Danielsen 82.
3-1: Henry Heinesen br 90.
Reytt kort: Beinur Poulsen, KÍ, 17. (beinleiðis reytt) og Klæmint Olsen, B71, 88. (beinleiðis reytt)
Víkingur-EB/Streymur 0-2 (0-0)
0-1: Leif Niclasen 56.
0-2: Leif Niclasen 83.
HB-FC Suðuroy 3-4 (1-2)
0-1: Mamuka Toronjadze 11.
0-2: Mamuka Toronjadze 25.
1-2: Heri H. Mohr 43.
2-2: Tór av Skarði 52.
3-2: Rói av Fløtum 60.
3-3: Búi Egilsson 82.
3-4: Mamuka Toronjadze 89.
07 Vestur-AB 3-1 (2-0)
1-0: Gunleif Magnusarson 14.
2-0: Søren Nielsen 31.
2-1: Ólavur Venned br 70.
3-1: Jóannis á Steig 75.
Sunnudagin kl. 13.00:
NSÍ-Giza/Hoyvík
Støðan eftir trý umfør
EB/Streymur 9
FC Suðuroy 7
07 Vestur 7
Giza/Hoyvík 6
NSÍ 6
KÍ 3
AB 3
HB 0
Víkingur 0
B71 0
Giza/Hoyvík og NSÍ hava spælt tveir dystir, og hini liðini hava spælt tríggjar dysti