Mamuka er farin til hús

Georgiski miðvallarin fer neyvan at halda fram á Skála

Millum drúgvastu spælararnar á Skála í ár hevur Mamuka Toronjadze verið. Hann er ein av teimum, sum hava verið við flestar ferðir higartil í ár.

Nú er tað greitt, at Mamuka ikki verður við í tveimum teimum síðstu dystunum – ímóti HB í morgin á Skála og á útivølli ímóti Suðringum um eina viku.

Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur hann ikki verið millum teir fyrstu ellivu, men er skiftur inn í seinna hálvleiki.

 

Nú steðgur var í landskappingini, tí landsdystir vóru á skránni, fór Mamuka til hús, ti konan skuldi eiga. Tað er sannlíkt, at Mamuka ikki fer at umboða Skála næsta ár.

Hetta er fyrsta árið, at 31 ára gamli Mamuka er á Skála. Hann kom fyrstu ferð til Føroya í 2010, tá ið hann umboðaði FC Suðuroy. Í 2011 spældi hann við NSÍ og so aftur við FC Suðuroy í 2015 og 2016.