Mammuth seinkaðir

Bólkurin Mammuth úr Svøríki, ið eftir ætlan skal spæla á útipallinum klokkan 01.00 í annaðkvøld er seinkaður Trupulleikin er at mjørki er í Vágunum, og flogførini koma ikki niður. Ætlanin var at bólkurin skuldi lenda klokkan 13.45, men hetta bar ikki til. Tó skal bólkurin ikki spæla fyrr enn í morgin.

Av bólkunum, ið skulu spæla í kvøld, er tað bert Superhero, úr Skotlandi, sum skulu spæla klokka 01.45, sum ikki eru í Føroyum. Teir skulu lenda klokka 20.15, men óvist er hvussu verður. Nærri kunning kemur klokkan 18.00

- Lenda teir ikki í dag, koma teir í morgin, sigur Vinjard Johansen, stjóri í AD-Management, ið stendur fyri festivalinum.