Tann 3. apríl tóku myndugleikarnir í Texas seg inn á garðin hjá einari víðgongdari mormonarasekt og tóku tey 416 børnini við sær. Mammurnar sluppu við, men nú hava myndugleikarnir víst teimum burtur, og tað hevur fingið mammurnar at fara til dómsvaldið fyri at fáa børnini aftur.
Myndugleikarnir siga, at teir tóku børnini, tí at sektin loyvum manni at hava fleiri konur, og at hon eisini loyvir, at børnini verða kynsliga misnýtt. Hesum vísa mammurnar aftur, og tær hava nú vent sær til guvernørin í Texas fyri at fáa børnini útflýggjað.
Málið ímóti sektini byrjaði, tá ein 16 ára gomul genta greiddi myndugleikunum frá, at hon hevði verið fyri ágangi, og at sektin hevði noytt hana at gifta seg við einum 50 ára gomlum manni.