Mammur skulu fáa løn fyri at passa síni børn heima

Nú skal samgongan seta eina skipan í verk, har mammur fáa løn fyri at passa síni egnu børn heima

 

Mammur skulu hava løn fyri at ansa sínum egnu børnum heima.

Tað halda bæði Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin og Rodmundur Nielsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Løgtingið hevur viðgjørt uppskot um at hækka barnaískoytið til stakar uppihaldarar.

 

Í hesum sambandi minnir Rodmundur Nielsen á, at samgongan hevur avtalað at skipa so fyri, at kommunur skulu fáa møguleika fyri at rinda mammum pening fyri at rinda sínum børnum heima.

 

Tað er avtalað í samgonguskjalinum, leggur Rodmundur Nielsen afturat.

 

Har børn eru á ansingarstovni, rinda foreldrini ein triðing og kommunurnar rinda tveir triðingar, men samgongan hevur avtalað, at skipa so fyri, at kommunurnar, ístaðin fyri at rinda ansingarpláss, skulu kunnu rinda mammunum fyri at passa børnini heima.

 

Bill Justinussen sigur, at í grundini verður hetta ikki eina eyka útreiðsla, tí børnini skulu ansast undir øllum umstøðum.

 

- Hetta er ein einføld loysn, sum longu er fíggjað, leggur hann afturat.

 

Bill Justinussen og Rodmundir Nielsen eru samdir um, at taka málið upp aftur í samgonguni fyri at fáa tað framt.