Mammur lúgva!

Mammu lúgva, og talan er ikki um smáar hvítar lygnir. Tvørtur ímóti eru tað lygnir, ið kunnu kallast lívslygnir á sera týdningarmiklum økjum. Soleiðis er veruleikin í øllum førum sambært nýggjasta stubbanum á TimesOnline blogginum ?Alpha Mummy?

 

TimesOnline kvinnan skrivar soleiðis:

 

1. Trupulleikarnar við føðing

Vit kvinnur royna av øllum alvi ikki at greiða frá pínuni við at føða eitt barn, tí hvussu kann ein greiða frá tí?

Ì staðin fyri at greiða frá minnunum tá vit grulvaðu runt á gólvinum og skríggjað alt tað vit vóru mentar, siga vit ístaðin okkurt um at anda rætt o.s.fr....

 

2. Okkara rúsdrekkanýtsla

Sjálvsagt elska vit at koyra okkara elskaðu børn í bað, og siga teimum hvussu gott tey anga tá tey skulu í song.

Men vit eru heldur afturhildnar tá tað kemur til at viðganga, at tað einasta sum heldur okkum vaknar eftir eitt krevjandi kvøldið við børnunum, er tankin um tað fyrsta kalda glas av hvítvín, sum vit svølgja í okkum somu løtu børnini lata eyguni aftur (sum nærum altíð eru alt ov seint)

 

3. Hvussu krevjandi tað er at fara til arbeiðis.

Nærmast allar mammur kenna spurningin, ?hvussu í allari víðu verð kanst tú fáa starv og barnafamiljuna at hanga saman??

Men sannleikin er, at tað er munandi lættari at fara til arbeiðis, enn tað er at ansa eftir børnunum.

Sjálvsagt kann tað verða krevjandi at fara til arbeiðis hvønn dag, men hóast hetta, er tað sera óvanligt at tínir starvsfelagar hanga í beininum hjá tær og skríggja, tí tú ætlar tær á vesið ella at fáa tær ein kopp av kaffi

 

Hetta var partur av staðfestingini hjá TimesOnline kvinnuni, meira kann lesast á www.fri.dk