Tað verður av ongum, at mammur at pinkubørnum fara at fáa minstuløn úr Barsilsskipanina.
Tað er niðurstøðan, nú Hendrik Old, landsstýrismaður, hevur svarað einum spurningi frá Bill Justinussen, tingmanni fyri Miðflokkin.
Hann vildi hava at vita, hvussu nógv tað hevði kostað at tryggjað at allar mammur at pinkubørnum fingu 8.000 krónur úr Barsilsskipanini. Hann hugsar sær, at tær skuldu fyrst fingið tað, tey hava rætt til í forsorgarhjálp og úr øðrum skipanum, men so skuldu tær fingið restina úr Barsilsskipanini, so at tær vórðu tryggjaðar minst 8.000 krónur um mánaðin.
Hendrik Old sigur, at tað er ilt at meta um, hvat tað hevði kostað, men hann metir kortini, at útreiðslurnar høvdu verið rættiliga avmarkaðar, tí í stóran mun tryggjar forsorgarlógin kvinnum, ið verða við barn, eina inntøku, ið er munandi hægri enn tær 8.000 kr.
Tað eru tó nakrar kvinnur, sum ikki eru fevndar av forsorgarlógini, tá ið tær eiga børn. Tað eru kvinnur, ið hava hjúnafelaga, sum hevur inntøku, og sum sostatt kann forsyrgja teimum, og kvinnur, sum eiga ognir av týdningi.
Men landsstýrismaðurin sigur, at tað kostað einar tríggjar milliónir krónur um árið at hækka gjaldið úr Barsilsskipanini upp í 8.000 krónur hjá øllum teimum, sum annars fáa minni enn tað úr skipanini. Men hesi tølini umfatað kortini bara tey, sum fáa gjald úr skipanini og tey umfata sostatt ikki tey, sum eru uttan fyri Barsilsskipanina.
Hinvegin vóru útreiðslur til forsorgarhjálp vegna barnsburð einar 10 milliónir krónur í fjør, og hetta týðir uppá, at tær flestu, sum fáa lítla ella onga veiting úr Barsilsskipanini, fáa veiting frá Almannaverkinum, sigur Hendrik Old.
Her er talan um kvinnur, sum ikki hava eina inntøku, ella sum hava havt so lága inntøku, at tey lítið og einki fáa úr Barsilsskipanini, tí gjaldið úr henni verður roknað út eftir, hvussu inntøkan hevur verið frammanundan.
Annars staðfestir Hendrik Old, at barsilsskipanin er ikki ein sosial skipan, men ein trygging, sum hevur eitt einasta endamál, og tað er at tryggja, at løntakarar, sum fáa børn, ikki eru fyri lønarmissi av hesi orsøk.
– Endamálið er sostatt at veita løntakarum eina inntøku, sum svarar til tann veruliga lønarmissin.
Hendrik Old vísir eisini á, at eisini ALS er ein arbeiðsmarknaðarskipan, haðani nýútbúgvin, sum onga inntøku hava havt, heldur ikki fáa nakað goldið.